Í dag verður høvuðsnavnið avdúkað
Í dag ljóðar startskotið til Summar Festivalin 2015, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.
Forsølan til Summar Festivalin byrjar seinnapartin í dag í sambandi við, at Summar Festivalurin kunnger høvuðsnavnið til festivalin næsta ár.
Avdúkingin av høvuðsnavninum verður í sending á Rás2 kl. 15.00 í dag. Sent verður ein tíma við práti við fyrireikara, tónleiki hjá bólkinum, ið verður avdúkaður, og lurtarakapping um atgongumerki.
Í fjør var amerikanski rockbólkurin Twisted Sister høvuðsnavn á Summar Festivalinum, og fyrireikararnir siga, at teir draga eina minst líka spennandi kanin burtur úr hattinum seinnapartin í dag.
Atgongumerki til Summar Festivalin verða seld á heimasíðuni sf.fo eftiravdúkingina í dag og frá í morgin í Telebúðum. Fyrsti prísurin á atgongumerkjum verður 750 krónur, men bert 1500 stk verða seld fyri hendan prísin.