Danny and the Veetos tiknir á bóli

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Danny and the Veetos tiknir á bóli

Síggj video, har tónleikararnir í Danny and the Veetos fáa stórt yvirraskilsi

Bólkurin Danny and the Veetos telist millum heitastu nøvnini í føroyskum popptónleiki í løtuni. Dugnaligu og evnaríku tónleikararnir hava rættiligva vunnið fram við sanginum Sunnukvøld í mai, og nýggi sangurin All Right gongur í løtuni sigursgongd í føroyska summarinum.

Danny and the Veetos verða við á Summar Festivalinum í august. Avtalan var, at bólkurin skuldi spæla í Tjaldinum, men í hesari video ber til at síggja, hvussu tónleikararnir reagera, tá ið teir fáa at vita, at teir skulu spæla á stóra palli á Vágsbøi.