Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nú er greitt, nær Twisted Sister, Burhan G og øll hini spæla á Summar Festivalinum.
Í døgunum frá 7. til 9. august verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík. Aftur í ár verður tónleikur á trimum útipallum. Afturat tí kemur eisini tónleikur og undirhald í Silvalandi og tjaldingarøkinum.
Stóra navnið á Summar Festivalinum hesaferð er Twisted Sister, og amerikanski rockbólkurin fer at spæla á Vágsbøi hóskvøldið 7. august. Hini útlendsku høvuðsnøvnini spæla fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Niðanfyri ber til at síggja skránna fyri Summar Festivalin 2014