Her eru prísirnir á dagsbillettum
Vágsbøur er farin at fyllast, so nú ræður um at tryggja sær pláss á ársins Summar Festivali.
Vikuskiftispass fáast í forsølu í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo.
Dagsatgongumerki kunnu bert keypast við dyrnar á degnum – tey fáast ikki í forsølu.
Prísirnir á vikuskiftispassum og dagsatgongumerkjum verða soleiðis:
Forsøla
Vikuskiftispass, vaksin (13 ár og eldri): 1000 kr.
Vikuskiftispass, børn (6-12 ár): 250 kr.
Børn (0-5 ár): Ókeypis
Tjalding: 200 kr.
Við dyrnar
Frá hósdegnum 9. august 2018 kl. 14.00 verða hesir prísir galdandi:
Vikuskiftispass (13 ár og eldri): 1200 kr.
Vikuskftispass, børn (6-12 ár): 300 kr.
Børn (0-5 ár): Ókeypis
Tjalding: 200 kr.
Dagsatgongumerki
Dagsatgongumerki verða bert seld við dyrnar
Hósdagur: 600 kr.
Fríggjadagur: 700 kr.
Leygardagur 700 kr.
(Barnadagsbilettir verða ikki seldar. Børn (6-12 ár) brúka bert vikuskiftispass, sum fæst fyri sera rímiligan prís)