Fantastiskt hóskvøld
Summar Festivalurin fekk flúgvandi byrjan hóskvøldið. Sera nógv fólk var á festivali hendan fyrsta dagin, og lagið var avbera gott.
Stóra konsertin var, tá ið Alan Walker spældi á Vágsbø. Hann hevði eitt fantastiska flott show við sínum heimskendu sangum, ljósi, lasarum, grafikki, royki og eldi. Hetta var show á høgum altjóða stigi og er ikki sæð í Føroyum áður. Alan Walker og Vágsbøur løgdu eitt nýtt støði fyri framførslu við elektroniskum tónleiki í Føroyum.
Aðrar fráíkar konsertir vóru á teimum trimum pallunum, og nú bíða tveir spennandi festivaldagar fyri framman.