Fara nú at selja campingpláss

SF.FO

Klaksvík 6. - 8. august 2020
Facebook YouTube

Fara nú at selja campingpláss

Mikudagin 4. mars kl. 19:00 letur sølan av plássum til campingvognar á Summar Festivalinum upp. Campingpláss verða seld á 5 ymiskum økjum í Klaksvík, og samanlagt er talan um 218 pláss.
Sølan er skipað soleiðis, at mikukvøldið kl. 19:00 letur online-skipanin upp, og tá verða campingpláss á øllum økjunum tøk at keypa. Øll sleppa inn í skipanina samstundis, og selt verður eftir »først til mølle« prinsippinum.
Sølan av campingplássum til Summar Festivalin 2020 fer fram her:
Atgongumerkir til campingvognar