Føroyskur bólkar heiðrar Metallica

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Føroyskur bólkar heiðrar Metallica

Metallica telist millum mætastu rockbólkar í heiminum, og á Summar Festivalinum í ár fer føroyski bólkurin Exit Light at heiðra Metallica við heilt serligari framførslu. Exit Light fer at spæla tað besta hjá Metallica – ikki minst klassikararnar á The Black Album, men eisini aðrar kendar sangir.

Metallica er amerikanskur rockbólkur við donskum trummuspælara. Teir hava verið virknir síðan 1981, og fyrst í 1990’unum spældur teir seg inn í superliguna við The Black Album, sum verður mett sum ein av bestu rocktútgávum nakrantíð. Á hesari útgávu vóru stór hitt sum »Enter Sandman«, »Sad But True«, »The Unforgiven« og »Nothing Else Mattes«. Sagt verður um hesa útgávu, at hon varð ljóðblandað tríggjar ferðir, kostaði eina millión dollarar og gjørdi enda á trimum hjúnabondum.

Umframt The Black Album hevur Metallica eisini gjørt aðrar virdar útgávur, og Exit Light fer spæla tað besta burtur úr rúgvuni.

Teir, sum spæla við Exit Light, eru royndir rocktónleikarar: Hans Hammer (sang), Pauli Reinert Poulsen (gittar og kór), Benjamin Petersen (gittar), John Egholm (akk gittar og kór), Heri Reynheim (bass) og Sigurd Justinussen (trummur).