Forsølan er byrjað
Summar Festivalurin 2019 verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.
Fyrsti Summar Festivalurin varð í 2004, og síðani hevur festivalurin vaksið seg til landsins størsta tónleikatiltak. Summar Festivalurin næsta ár er tann sekstandi í røðini.
Gjøgnum árini hava altjóða stórnøvn sum Roxette, Westlife, The Scorpions, Cliff Richard, Mika, Lukas Graham, Twisted Sister og Ronan Keating spælt á Vágsbø.
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað, og fyrstu tíðina verða atgongumerki seld fyri serligan prís.
Fyrstu 2000 vikuskiftispassini verða seld fyri 795 krónur. Tey fáast til keyps her á síðuni og í Telebúðum.