Forsølan til SF 2022 er byrjað

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Forsølan til SF 2022 er byrjað

Summar Festivalurin 2022 verður hildin í Klaksvík dagarnar 4. – 6. august 2022.

Forsølan til festivalin er byrjað, og nú ber til at keypa vikuskiftispass fyri bíligasta prísin.

Øll, sum ætla sær á Summar Festivalin 2022, skulu keypa nýtt atgongumerki.

Atgongumerkini, sum vórðu seld til avlýstu festivalarnar í 2020 og 2021, verða í næstum afturrindað. Landið hevur avgjørt at veit festivalunum stuðul, og beinanvegin hesin stuðul er komin, verða atgongumerkini afturrindað. Hetta verður innan stutta tíð.

Seinastu tvey árini hava verið strævin hjá teimum, sum skipa fyri mentanartiltøkum, men vit vilja ikki gevast á hondum. Vit vilja gera okkara til, at vit aftur fáa tey stóru summartiltøkini á skrá í Føroyum, og vit gleða okkum til at halda ein veruligan Summar Festival í 2022.

Atgongumerki kunnu keypast her