Her er skráin fyri Summar Festivalin

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Her er skráin fyri Summar Festivalin

Nú er skráin fyri teir tríggjar høvuðspallarnar á Summar Festivalinum kunngjørd.

Í tríggjar dagar bjóða pallarnir á Vágsbø, í Tjaldinum og á Torginum konsertir við føroyskum og útlendskum tónleikarum.

Útlendsku gestirnir á ársins Summar Festivali eru fleiri í tali enn undanfarin ár, og teirra tónleikur er bæði til yngri og eldri og umfata fleiri ymisk tónleikasløg.

Summar Festivalurin bjóðar sum vanligt eisini nakrar av best umtóktu føroysku tónleikabólkunum og onkur comeback. Í ár kunnu fólk uppliva forkunnugar framførslur frá eitt nú Moirae, Samsint og Nalja.

Umframt konsertirnar á høvuðspallunum verða eisini aðrar framførslur og annað undirhald á festivaløkinum og í býnum – eitt nú verður serstøk skrá fyri Silvaland kunngjørd seinni.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

****
HÓSDAGUR 8. AUGUST

Vágsbøur
20.00: Marius Ziska
22.00: Killer Queen
01.00: Grandma’s Basement

Tjaldið
19.00: Victoria á Lakjuni
23.45: Nalja

Torgið
21.00: Elona Planman
00.30: Eyðun Nolsøe

****
FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST

Vágsbøur
21.00: Rasmus Seebach
00.00: Dynamit Perlur
02.15: Swangah

Tjaldið
20.00: Kongkamerat
22.45: Lea Kampmann
01.00: Hamradun
03.00: Páll Finnur Páll

Torgið
23.30: Ingibjørg Hansen
01.45: Ólavur á Váli

****
LEYGARDAGUR 10. AUGUST

Vágsbøur
17.00: Samsint
19.00: Blátt Gras
21.00: Chris Norman
00.00: Nico & Vinz
02.15: Moirae

Tjaldið
16.00: Mark The Messenger
18.00: Linda Andrews
20.00: Beinir
23.00: Magni Christiansen
01.15: Rani Nolsøe
03.00: Danny & The Veetos

Torgið
16.30: Ola Nordskar
20.30: Herborg Torkilsdóttir
22.30: Ingi Poulsen
23.30: Hans Andrias
01.45: Jens Marni

Skráin sum PDF er her