Her er skráin fyri Summar Festivalin í dag

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Her er skráin fyri Summar Festivalin í dag

Seinasti dagurin á Summar Festivalinum hesa ferð bjóðar 11 konsertir umframt annað undirhald og framførslur.

Tríggjar konsertir vera á Vágsbø í kvøld. Anfinn & Co. spæla teirra fangandi og undirhaldandi sangir, Anne Dorte & Maria syngja tað besta hjá Tøsedrengene og Ray Dee Ohh, og Rasmus Bjerg trívur í øll hittini hjá John Mogensen.

Í Tjaldinum spæla Safir, Exit Light, ið er Metallica Tribute, og Páll Finnur Páll. 

Á Torginum framføra Bubu, Eyðun Jacobsen, Hjalmar & Dagfinn, Sway og Páll Brim.

Fyrsta konsertin verður kl. 17:00, og tann seinasta kl. 02:45.  

Silvaland hevur opið frá kl. 15 til 20, og har verða aktivitetir, framførslur og undirhald.