Í kvøld verður konsert á vágni

SF.FO

Klaksvík 6. - 8. august 2020
Facebook YouTube

Í kvøld verður konsert á vágni

Hitað verður upp til Summar Festivalin við flótandi konsert

Aftur í ár verður hitað upp til Summar Festivalin við konsert á vágni í Klaksvík. Flótandi pallurin verður innarliga á vágni, og umborð vera tónleikarar og sangarar.

Í ár fara tvær dugnaligar songkvinnur at syngja nakrar sangir og smærri verk. Tær eru Ingibjørg Hansen og Daisy Johannesen Lolk. Tónleikarar vera Páll Sólstein og Rani Nolsøe.

Undanfarin ár hevur konsertin á vágni verið ein sera hugnalig upphiting til sjálvan festivalin, og nógv fólk hava verið og lýtt á.

Summar Festivlaurin og Klaksvíkar kommuna skipa í felag fyri konsertini, sum verður í kvøld kl 21:00.