Karl Martin: Onkuntíð mást tú snúgva tær
Ein av upprunaligu rockstjørnunum í Føroyar tosar um framførslur, sum skulu lukkast hvørjaferð.
Karl Martin Samuelsen er ein legenda í føroyskum rocktónleiki. Sum sangari í Hjarnum gjørdist hann ein av upprunaligu rockstjørnunum íFøroyum, og síðani ungligaárini hevur hann verið virkin í tónleikalívinum.
Nú bíðar ein framførsla á landsins størsta tónleikatiltaki fyri framman, tí Karl Martin og hansara menn í Hjarnum spæla á Summar Festivalinum í august.
Karl Martin er kendur fyri at syngja væl, og í hesari videosamrøðuni verður hann spurdur, um hann hevur havt nakran kiksara á palli, og um framførsluna á Summar Festivalinum.
Hygg eftir video her: