Karnival setur gongd á
Hósdagin verður karnivalgonga gjøgnum Klaksvík.
Sangur og smíl, tónar og toydjór, litir og lív. Hetta verður gott!
Summarfestivalurin er seinastu árini skotin í gongd við einum festligum karnivali og øll, stór sum smá, eru hjartaliga vælkomin at luttaka.
Á odda verða Silvi, gula bamsan, Trølla Pætur og ein risastórur dinosaurur. Eisini verða nakrir av føroya bestu dansarnum og rættir víkingar við í gonguni.
Farið verður úr Klaksvíksgarðinum hósdagin kl. 14:00 og gingið verður til Badmintonhøllina, har hol verður sett á dagsins barnafestivalskrá í Silvalandinum.