Kular Røtur gera comeback í dag

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Kular Røtur gera comeback í dag

Kular Røtur fara nú aftur á pall at framføra teir væl umtóktu barnasangirnar, sum stórt tal av børnum hava lurtað eftir og sungið við til. Tað verður á Torginum í dag kl. 17:00.

Tað var í 1999, at fyrstu tónarnir komu frá Kulum Rótum, og síðani komu fleiri útgávur við góðum føroyskum barnasangum. Hvør kennir ikki sangir sum »Hon er omma mín«, »Bilurin hjá okkum«, »Grønir menn frá Pluto«, »Karin«, »Vera« og »Tey kalla meg Babe«? 

Á Summar Festivalinum verður eingin annar enn føroyska poppstjørnan í Íslandi, Jógvan Hansen, á odda fyri Kulum Rótum. Hann sang við á fyrstu útgávuni og fer nú at royna seg aftur í bólkinum.Rakul Ró Steintórsdóttir fer eisini at syngja, og bólkur spælir undir.