Kunning um endurrindan av atgongumerkjum

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Kunning um endurrindan av atgongumerkjum

Øll, sum hava sent pappírs-atgongumerki inn (tvs keypt í Telebúðunum), hava fingið peningin endurrindaðan.

Tíverri tekur tað longur tíð enn vanligt at avgreiða netsøluna, tí talan er um fleiri ár. Onkir upplýsingar eru firnaðir hjá Nets og skulu lesast inn aftur av nýggjum. Hetta krevur fitt av eykaarbeiði. Okkara veitari av netsølu arbeiðir saman við Nets um at loysa málið. Vit vita ikki neyvt, nær tað verður avgreitt, men vónandi verður tað ikki ov leingi at bíða.

Vit hava avgjørt, at fyrstu prísirnir á atgongumerkjum til SF22 ikki hækka, fyrr enn netsølan er avgreidd.

Vit koma við nýggjari kunning, tá ið vit vita meira.