Lukather: Føroyar eru eitt paradís
– Eg hevði ynskt, at restin av verðini var sum Føroyar, skrivar Steve Lukather í heilsan til føroyingar
Leygarkvøldið spældi amerikanski rockbólkurin Toto á Vágbø í Klaksvík. Í tveir dagar frammanundan høvdu liminir í Toto verið í Føroyum, tikið sær av løttum og fingið upplivingar við í viðførið.
Nú hevur gittarspælarin Steve Lukather umvegis Summar Festivalin sent eina heilsan til føroyingar eftir vitjanina her.
– Takk fyri, øll somul. Hetta var eitt av hæddarpunktunum á mínum ferðum í lívinum. Eitt paradís og ein av bestu áhoyrarafjøldunum nakrantíð. Eg hevði ynskt, at restin av verðini var sum Føroyar – tit duga at liva, skrivar Steve Lukather millum annað.