Mikukvøldið verður konsert á vágni

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Mikukvøldið verður konsert á vágni

Mikukvøldið verður upphiting til Summar Festivalin við konsert á vágni. Hetta var roynt fyrstu ferð í fjør og riggaði sera væl.

Í ár fer songkvinnan úr Mikladali, Ingibjørg Hansen, at syngja, og hon hevur tónleikararnar Pætur við Keldu og Ólav Jakobsen afturat sær.

Konsertin verður umborð á báti, sum fer at liggja innast á vágni.

Konsertin byrjar mikukvøldið kl 21:00.