ØLL ATGONGUMERKI VERÐA AFTURRINDAÐ – SOLEIÐIS GERT TÚ

SF.FO

Klaksvík 5. - 7. august 2021
Facebook YouTube

ØLL ATGONGUMERKI VERÐA AFTURRINDAÐ – SOLEIÐIS GERT TÚ

Øll atgongumerki, sum eru keypt til Summar Festivalin 2020 og 2021, verða strikað og endurrindað.

Tey, sum hava keypt atgongumerki í netsøluni, skulu einki gera. Hesi atgongumerki verða av sær sjálvum afturrindað til gjaldskortið, sum varð brúkt til at keypa við.

Tey, sum hava keypt atgongumerki í Telebúðum, skulu senda atgongumerki í posti til Summar Festivalin. Atgongumerki skulu leggjast í brævbjálvan saman við navni og kontonummari, har upphæddin skal flytast til.

Pengarnir verða afturrindaðir, tá ið landið hevur goldið festivalunum stuðul.

SOLEIÐIS GERT TÚ!

Online atgongumerki


Online-atgongumerki síggja soleiðis út

Hevur tú eitt atgongumerki, sum er keypt online, skalt tú einki gera. Hesi atgongumerki verða av sær sjálvum afturrindað til gjaldskortið, sum varð brúkt til at keypa við.

Atgongumerki keypt í Telebúð

Pappírs-atgongumerki síggja soleiðis út

Telebúðir hava selt pappíratgongumerki. Hesi atgongumerki skulu sendast til Summar Festivalin. Í brævbjálvanum skalt tú eisini leggja navn og kontonummar, har peningurin skal flytast til.

Adressan, sum atgongumerki skulu sendast til, er:
Summar Festivalurin,

Garðavegur 4,

710 Klaksvík.

Seinasta freist at lata atgongumerki inn er 31. desember 2021.

Hevur tú eitt atgongumerki, sum er keypt online, skalt tú einki gera. Hesi atgongumerki verða av sær sjálvum afturrindað til gjaldskortið, sum varð brúkt til at keypa við. Hetta er eisini galdandi fyri pláss til húsvognar!

**

Hevur tú spurningar, kanst tú senda teldupost til summarfestival@gmail.com