Páll Finnur Páll enda ballið

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Páll Finnur Páll enda ballið

Summar Festivalurin í ár endar við konsert hjá Páll Finnur Páll í Tjaldinum kl. 02:45 í nátt. Roknað verður við stappaðum tjaldi og góðum lagi, tá ið bólkurin við teimum fangandi og forherðaðu sangunum fer at spæla.

Síðani aldarsskiftið hevur Páll Finnur Páll verið millum mest markantu bólkar í føroyskum tónleiki. Teir eru bæði argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt teljast teir millum veruligu hittbólkarnar í nýggjari tíð.

Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarsskiftið, og síðani 2003 hava teir givið tónleik út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólkinum veruliga hetjustøðu á føroyska tónleikapallinum.

Sangirnar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sangir sum »Forelskaður sjónleikari«, »Herbergið«, »Eg fari mín egna veg«, »Grannin«, »Mín russiski vinur« og fleiri.

Hesar sangir fer Páll Finnur Páll ivaleyst at tríva í, tá ið teir spæla á Summar Festivalinum í nátt.