Rasmus gevur fólki John Mogensen

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Rasmus gevur fólki John Mogensen

Rasmus Bjerg fer í kvøld at framføra teir bestu sangirnar hjá legenduni John Mogensen á Summar Festivalinum. Hittini er nógv í tali; »Så længe jeg lever«, »Der er noget galt i Danmark«, »To mennesker på en strand«, »Fut i fejemøget« og onnur. 

Hetta eru sangir, sum føroyingar hava lurtað sera nógv eftir, og nú kunnu teir upplivast live við einum framúr góðum bólki og einum fantastiskum sjónleikara og sangara í leiklutinum sum John Mogensen. 
Rasmus Bjerg spældi John Mogensen í sera væl umtókta filminum »Så længe jeg lever«, og síðani hevur Rasmus Bjerg framført sum John Mogensen á festivalum og konsertum – og ummælini hava verið framúr góð.
Fólkakæri John Mogensen var hittsangari av teimum heilt stóru. Hann útgav bestseljandi plátur, og sangirnir liva væl, nú 45 ár eftir at John Mogensen doyði alt ov ungur í 1977. Føroyingar hava eisini lurtað nógv eftir tónleikinum hjá John Mogensen, og fleiri sangir eru týddir til føroyskt og útgivnir her. 

Bólkurin hjá Rasmus Bjerg er mannaður við royndum live-tónleikarum, sum spæla so væl, at einglarnir lurta. Bólkurin hevur tey vanligu ljóðførini og blásarar, og tað verður ein stór tónleikalig uppliving at hoyra Rasmus Bjerg og hansara menn.
Rasmus Bjerg spælir á Vágsbø í kvøld kl. 01:00.