Rockhetjurnar eru klárar til Vágsbø
Joe Lynn Turner og Eric Martin fara at framføra eina perlurekkju av rockhittum á Vágsbøi í kvøld.
Joe Lynn Turner hevur gjøgnum eitt langt tónleikalív spælt við nøkrum av mætastu rockbólkunum í søguni. Serliga kendur er hann sum sangari í Rainbow, men eitt skifti var hann eisini við í Deep Purple.
Eric Martin var sangari í rockbólkinum Mr Big, sum hevði nøkur risahitt fyrst í 90’unum.
Í kvøld fara teir báðir at framføra sínar bestu sangir saman við einum væl spælandi rockorkestri.
Bæði Joe og Eric komu til landið í gjár, og teir hava brúkt seinasta døgnið til at hyggja seg um, hitta fólk og annars løða upp til framførsluna í kvøld.
Rock Icons spæla á Vágsbøi kl. 23.30.