Roger Hodgson spælir á Vágsbøi

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Roger Hodgson spælir á Vágsbøi

Summar Festivalurin fær legendariska vitjan í 2018.

Nógv munnu minnast tiltiknu løtuna á Summar Festivalinum í 2006, tá ið Roger Hodgson hevði konsert tíðliga sunnumorgun, eftir at hann var meiri enn 30 tímar seinkaður til landið orsaka av vánaligum floglíkindum. Fyri mong er tað størsta løtan, sum hevur verið á Summar Festivalinum. Tann framúr sterki sangarin framførdi stóru hittini, hann skrivaði og sang í bólkinum Supertramp, og løtan í lýsingini kendist gandakend.

Nú kemur Roger Hogdson aftur á Summar Festivalin, og hesaferð hevur hann bólkin hjá sær við og fer at spæla heimshittini hjá Supertramp, sum hann sjálvur skrivaði og sang á sinni.

Sangir sum ”Give a Little Bit”, ”The Logical Song”, ”Dreamer”, ”Breakfast in America“, ”It’s Raining Again”, “School“, “Fool’s Overture” og ”Take the Long Way Home” gjørdu, at Supertramp seldi væl yvir 60 milliónir plátur.

Roger Hodgson hevur eina ta mest eyðkendu røddina í alheims poppi, og nú hann fer á heimskonsertferð, hevur hann sett Føroyar á listan. Og sjálvandi framførir hann á Vágsbøi, har hann fyri fyrstu ferð í lívinum spældi konsert klokkan fýra um morgunin.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august. Roger Hodgson er fyrsti útlendski bólkurin, sum verður kunngjørdur. Fleiri koma seinni.