Seebach: Eg finni frið í Føroyum

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Seebach: Eg finni frið í Føroyum

– Tit fáa eina feita konsert frá okkum, sigur Rasmus Seebach, sum spælir á Summar Festivalinum í kvøld. Her kanst tú síggja video-samrøðu við Seebach

Í kvøld spælir Rasmus Seebach á Summar Festivalinum, og roknað verður við sera nógvum fólki á Vágsbø til konsertina.

Rasmus Seebach kom til landið tíðliga í gjár, og hann hevur hugnað sær í Føroyum síðani. Hann hevur verið útferð, etið føroyskan mat og annars tikið sær av løttum.

– Tað er deiligt at vera aftur í Føroyum. Her finni eg ein frið, sum eg ikki merki í stórbýnum, sigur Rasmus Seebach.

Hann lovar eina ordans konsert í kvøld, og nógv verður gjørt burtur úr. Fleiri bingjur við útgerð til pallin eru fluttar til Føroya, so føroyingar kunnu uppliva hansara stóra show í kvøld kl. 21.00.

Her ber til at síggja video-samrøðu við Rasmus Seebach: