SF 2021: FORSØLAN ER BYRJAÐ
Nú ber til at keypa atgongumerki til Summar Festivalin 2021, sum verður hildin dagarnar 5.-7. august.
Øll atgongumerki, sum vórðu keypt til Summar Festivalin 2020 (og ikki vórðu latin innaftur) eru galdandi til festivalin í 2021.
Útlitini fyri einum meira vanligum summari næsta ár er betur, nú koppingarevni er tøkt ímóti koronu, og tí hava vit góðar vónir um, at tað aftur fer at bera til av savna fólk til ein góðan og hugnaligan festival – og tað trongja vit øll til!