Twisted Sister sum vit ikki hava sæð teir áður
Vanliga síggja teir út, sum rættir rocktónleikarar eiga at gera, men í dag var øðrvísi.
Tónleikarar í Twisted Sister og teirra hjálparfólk hava í dag verið upp á fartin norðanfyri.
Teir vitjaðu í morgun á smoltstøðini hjá Marine Harvest á Hellnum, og seinnu hugdu teir eftir alibrúkinum í Oyndarfirði.
Har skuldu teir lata seg í draktir, sum teir vanliga ikki eru í, og so vóru rocktónleikararnir alt í einum sum føroyskir alarar.
Seinnapartin hevur Twisted Sister vitjað Kósavirkið og Føroya Bjór í Klaksvík.
Twisted Sister spælir á Summar Festivalinum hóskvøldið.