Soleiðis kanst tú lata SF atgongumerki inn

SF.FO

Klaksvík 6. - 8. august 2020
Facebook YouTube

Soleiðis kanst tú lata SF atgongumerki inn

Øll atgongumerki til Summar Festivalin 2020 verða flutt til 2021. Um tú vilt lata atgongumerki innaftur, kann tað gerast fram til 31. juli 2020.

Atgongumerki 2020 galda í 2021
Øll atgongumerki til Summar Festivalin 2020 verða galdandi til Summar Festivalin 2021. Hetta verður gjørt automatiskt. Tí skalt tú einki gera, um tú ætlar at brúka atgongumerkið næsta ár.

Atgongumerki keypt online
Atgongumerki til Summar Festivalin 2020, sum eru keypt online, kunnu latast innaftur fram til 31. juli 2020. Fyri at fáa atgongumerki strikað og pengarnar endurgoldnar, skalt tú senda teldubræv til adressuna sf20retur@gmail.com. Upplýsast skal navn og bíleggingarnummar.

Atgongumerki keypt í handli
Atgongumerki til Summar Festivalin 2020, sum eru keypt í Telebúðum ella øðrum handli, kunnu latast innaftur fram til 31. juli 2020. Hetta eru prentað atgongumerki. Atgongumerkini skulu sendast í brævi til: SF Music, Postboks 212, 710 Klaksvík. Atgongumerki skulu leggjast í brævbjálvan saman við kontonummari, sum pengarnir skulu flytast til. Summar Festivalurin endurrindar eisini postgjaldið.

Summar Festivalurin 2021
Summar Festivalurin 2021 verður hildin 5. til 7 august.

Spurningar
Spurningar um atgongumerki ella annað kunnu sendast til sf20retur@gmail.com