Soleiðis sleppur tú í Silvaland

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Soleiðis sleppur tú í Silvaland

Silvaland er tilboðið til børnini og familjurnar á Summar Festivalinum. Silvaland, sum verður fyriskipað í samstarvi við Norðoya Sparikassa, er ætlað gestunum á Summar Festivalinum.

Fyri at sleppa inn í Silvaland krevst armband til Summar Festivalin.

Vaksin, sum ikki hava armband til Summar Festivalin, kunnu gjalda 300 kr. fyri atgongd til Silvaland í tríggjar dagar. Hetta armbandið gevur ikki atgongd til sjálvan festivalin, men bert til Silvaland. 

Við dyrnar verða hesir prísir fyri vikuskiftispass til Summar Festivalin:

Vaksin: 1.100 kr.

Børn (6-12 ár): 300 kr.

Børn (0-5 ár): Ókeypis