Steelheart: Eg gevi tykkum alt í kvøld

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Steelheart: Eg gevi tykkum alt í kvøld

Í kvøld spælir amerikanski rockbólkurin Steelheart á Summar Festivalinum. Fyrradagin komu tónleikararnir til Føroya við Atlantsflogi, og teir hava tikið sær av løttum og løtt upp til framførsluna í kvøld.

– Føroyar eru eitt dreymastað. Myndir kunnu ikki vísa ta orku og tann vakurleika, sum oyggjarnar hava. Hetta er eitt stað, sum fólk eiga at vitja. Føroyar eru reinur vakurleiki, sigur Miljenko Matijevic, sangari og oddamaður í Steelheart.

Hann er til reiðar at geva gestunum á Summar Festivalinum eina minniliga konsert.

– Vit eru sera spentir til konsertina í kvøld, og eg ætli mær at geva alt, sum eg eigi. Vit gleða okkum til at spæla í hesum fantastiska vakra landi, sigur Miljenko Matijevic. 

Steelheart spælir klassiskan gittarrock og hevur hittað við sangum sum »I’ll Never Let You Go«, »She’s Gone« og »We All Die Young«. Fyrsta útgávan hjá bólkinum seldi til gull í USA, og tað er av hesari útgávu, at flestu av kendu sangunum hjá bólkinum eru. Bólkurin hevur havt sangir á Billboard hitlistum og hevur eisini hittað uttanfyri USA. Nógvir rockáhugaðir føroyingar munnu hava sæð videoløg hjá teimum á MTV.

Miljenko Matijevic, sum er tiltikin góður rocksangari, er oddamaður í Steelheart. Hann er kendur sum framúr sangari og kann veruliga fara á flog við røddini. Hann legði rødd til leiklutin hjá Mark Wahlberg í kenda filminum Rock Star, ið kom út í 2001, og onkur sangur úr filminum er við á setlistanum hjá Steelheart.

Steelheart bjóðar fangandi rocksangir, flottar balladur og nógv framfýsin gittarriff. Stutt sagt verður tað ein rockkonsert av góða, gamla slagnum, tá ið Steelheart fer at spæla á Vágsbø í kvøld kl. 21:30.