Stórfingin gospelkonsert á Vágsbø

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Stórfingin gospelkonsert á Vágsbø

Ársins Summar Festivalur bjóðar stórfingnað gospelkonsert á Vágsbø. Fýra føroyskir solistar fara at framføra kendar gospelsangir saman við væl spælandi bólki.

Solistarnir verða Vanja Carlsen, Heine Lützen, Fríðbjørg Jensen og Ólavur á Váli Olsen.

Hetta verður ein nostalgisk gospelkonsert við kendum sangarum, sum fara at syngja sangir, ið mong munnu kenna frá útgávum og útvarpi.

Vanja Carlsen fer at syngja nakrar av sangunum, ið hon innspældi sum ung genta – eitt nú »Tað lítla ljós« og »Eyga oyra fótur«. Hetta vóru sangir, sum føroyingar veruliga tóku til sín.

Heine Lützen var eitt skifti sangari í bólkinum Samsint, sum gav eina útgávu út. Heine fer á hesari konsertini at syngja sangir hjá Samsint – til dømis »Vit vóru orsøk«.

Fríðbjørg Jensen hevur verið sera nógv spæld í føroyskum útvarpi, og nú kemur hon fyri fyrstu ferð á Summar Festivalin at syngja. Fríðbjørg fer at tríva í sangir sum »Góðir vinir« og »Sonur mín«.

Ólavur á Váli Olsen fer á hesari konsert at tulka sangir, sum mammubeiggin Ólavur á Váli, sáli, innspældi og var kendur fyri at syngja. Ólavur á Váli var ein fyrimynd fyri tann unga navna, og nú fer Ólavur á Váli Olsen at heiðra mammubeiggjan, sum var framúr góður sangari. Ólavur á Váli Olsen fer at syngja sangir sum »Mær er sagt um ein stað« og »Flytifuglarnir«.

Solistarnir fara at framføra saman við bólki, sum verður mannaður við hesum tónleikarum: Henning Nicodemussen (trummur), Jónsvein Heinesen (ljómborð og kór), Noe Chaparro (gittar), Kristoffur Mørkøre (bass), Laila Carlsen (kór) og Barbara Chaparro (kór).

Gospelkonsertin verður á Vágsbø leygardagin 11. august kl. 16.00.