Summarrøddin 2014 skal finnast á festivalinum
Aftur í ár fáa gentur og dreingir í aldrinum millum 7 og 13 ár høvi til at royna seg á palli sum songstjørna á Summar Festivalinum.
Aftur í ár verður skipað fyri kappingini Summarrøddin á Summar Festivalinum. Øll børn, ið hava hug at verða við í kappingini, kunnu tekna seg til og velja sær ein sang at syngja. Kappingin er skipað sum ein karaoke-kapping, har børnini syngja til innspældan tónleik.
Angela og Anita standa fyri kappingini, sum verður í Silvalandi fríggjakvøldið kl. 19.00 Luttakarar til kappingina skulu møta ein tíma áðrenn og velja sær sang. Eisini ber til at hava ein karaoke-sang við sær á fløgu ella geyma.
Vinnarin av Summarrøddini fær eina lítla pengagávu sum vinning.