Superstjørna á Summar Festivalin

SF.FO

Klaksvík 6. - 8. august 2020
Facebook YouTube

Superstjørna á Summar Festivalin

Heimskendur DJ skal hava show á Vágsbø í august.

Norska superstjørnan Alan Walker, sum hevur yvir 15 milliardir ljóð- og videostroymingar av sínum sangum, skal undirhalda á Vágsbø í august.

Alan Walker er heimskendur DJ og verður roknaður upp í heimselituna av teimum, ið framleiða og framføra elektroniskan tónleik. Hansara stóra gjøgnumbrot var risahittið »Faded«, og hann hevur síðan hittað við sangum sum »Alone«, »All Falls Down«, »Darkside«, »The Spectre« og fleiri.

Alan Walker hevur endurblandað tónleik hjá til dømis Bruno Mars, Avicii, Coldplay, Miley Cyrus og fleiri, og hann hevur spælt konsertir saman við eitt nú Justin Bieber, Rihanna og Kygo.

– Hetta er fyrstu ferð, at vit hava ein DJ sum eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum, men hesar framførslur eru nógv frammi í tíðini, og vit vilja gera eina heilhjartaða roynd at geva føroyingum eitt DJ show, sum ongantíð áður er upplivað her á landi. Tí hava vit bókað eitt av størstu altjóða nøvnunum innan júst hetta slagið av tónleiki, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

Alan Walker er helst mest dagsaktuella tónleikanavn, sum hevur vitjað í Føroyum.