Svensk heimsstjørna á Vágsbø

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Svensk heimsstjørna á Vágsbø

Tað er eitt av heilt stóru nøvnunum í altjóða popptónleiki, sum Summar Festivalurin nú kunnger.

Aktuella svenska poppstjørnan Zara Larsson, sum hevur hittað um allan heim við sangum sum Lush Life, Uncover, Symphony og This One’s For You kemur á ársins Summar Festival at hava konsert. Hon kemur av heimsins tónatindum á Vágsbø at spæla.

– Hetta er ein av størstu løtunum í søguni hjá Summar Festivalinum. Vit eru sera fegin um at kunna bjóða okkara gestum eitt av heitastu og mest aktuellu nøvninum í alheims popptónleiki, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

20 ára gamla Zara Larsson vann sum 10 ára gomul svensku Talent-kappingina og gjørdist landskend í Svøríki, men hetta var bert byrjanin til eina stóra tónleikakarrieru. Í 2012 gjørdi hon sáttmála við plátufelag, og árið eftir var sangurin Uncover ovast á hitlistunum í norðurlondum.

Síðani kom tað stóra altjóða gjøgnumbrotið. Á sumari 2016 framførdi hon saman við David Guetta sangin This One’s For You, sum var almenni sangurin til EM endaspælið í mansfótbólti. Tá ið hon í fjør kom við útgávuni So Good, hevði hon slóðað so væl fyri sínum tónleiki, at ein sangur fyri og annar eftir gjørdist hitt – sangir sum Lush Life, Never Forget You, I Would Like, So Good, Symphony og aðrir.

Zara Larsson hevur samstarvað við aðrar stjørnur sum Clean Bandit, MNEK, WizKid og Tinie Tempah. Hon hevur sungið til sentanarhátíðina og endahátíðina í EM-kappingini í mansfótbólti, og tá ið Nobel heiðurslønirnar vóru handaðar í fjør, hevði hon framførslu saman við John Legend.

Zara Larsson er nú ein verulig heimsstjørna, sum stendur í fagrasta blóma. Hon spælir stórar konsertir kring allan heimin, hon hevur yvir tvær milliardir spælingar bara á Spotify, hon er fastur gestur á hitlistunum, og nú kemur hon til Føroya at framføra á Summar Festivalinum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august.