Takk fyri hesaferð

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Takk fyri hesaferð

Summar Festivalurin 2018 er farin aftur um í øllum góðum. Fimtandi festivalurin gjørdist eitt hæddarpunkt í søguni hjá festivalinum.

Veðrið var tað besta, sum festivalurin nakrantíð hevur havt, og á pallunum vóru framúrskarandi framførslur við føroyskum og útlendskum tónleikarum.

Nógv glað og væl uppløgd fólk vóru á festivali, og stemningur var framúr.

Vit vilja takka øllum, sum hava verið við til at gera Summar Festivalin 2018 gjørligan. Takk øll tit, sum vitjaðu, framførdu, luttóku, stuðlaðu, arbeiddu og annars vóru við á onkran hátt. Takk fyri í ár – vit síggjast í 2019!