Tey øvunda Lukas Graham
Lukas Graham sigraði so stórt á Grøn Koncert, at hinir tónleikararnir ivaleyst vórðu grønir av øvund, skrivar ummælari.
Lukas Graham hevði nógv ta bestu framførslun á Grøn Koncert í Valby um vikuskiftið. Tað heldur í øllum førum ummælarin á Ekstrablaðnum Thomas Treo.
Grøn Koncert er tónleikatiltak, har fleiri av fremstu donsku tónleikanøvnunum luttaka.
Ummælarin á Ekstrablaðnum gevur Lukas Graham fimm stjørnur fyri framførsluna og kallar hann stóra sigursharran á konsertini.
– Lukas Graham sigraði so stórt, at hinir tónleikararnir ivaleyst vórðu grønir av øvund, skrivar Thomas Treo.
Ummælarin heldur, at positivu vibratiónirnar sprændu út frá tí unga manninum í undirtroyggini, og hann heldur, at tað er ein fragd at uppliva ein danskanpoppsangara, sum veruliga dugir at syngja.
– Lukas má eiga nakrar milliónir í bankanum, men tað var einki samanlíknað við tað yvirskot, hann hevði í Valbyparkini, skrivar Thomas Treo.
Lukas Graham spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.