TJALDING

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Aftur í ár bjóðar Summarfestivalurin fólki at gista mitt á festivaløkinum. Tjaldingarplássið verður skipað sum ein hugnalig bygd, har pláss er fyri bæði ungum og tilkomnum á grøna økinum, sum liggur í hjartanum á sjálvum festivalinum.

Í tjaldbygdini verður møguligt at keypa mat og drekka og annars hugna sær saman við festivalgestum. Hugnaliga bygdin verður skipað við tveimum grannaløgum, har familjur og tey meira tilkomnu halda til á økinum niðan móti stóra tjaldinum og tey ungu halda til á økinum, sum liggur oman móti stóra pallinum. Mitt í bygdini liggur ein stór tipi, sum eisini er savningarstað hjá teimum, sum vitja tjaldbygdina. Her ber til at keypa ein góðan morgunmat, tá tú vaknar ella eina heita, lætta og bíliga máltíð, áðrenn tú fert víðari til næstu konsertina.

Fyrireikararnir siga, at stórur dentur verður lagdur á at skapa eitt hugnaligt og innbjóðandi umhvørvið, soleiðis at gestirnir kunnu kenna seg væl allar dagarnar, meðan festivalurin er.

Her er eitt sindur av øllum og sambært fyrireikarunum er tjaldingarøkið ein lítil oasa í øllum tí nógva, sum annars hendir úti á sjálvum festivaløkinum.

Fyri at sleppa inn á tjaldingarøkið krevst eitt eitt serligt tjaldingararmband. Hetta kann keypast á heimasíðuni www.sf.fo, har eisini ber til at lesa meira um hugnaligu tjaldbygdini í hjartanum á festivalinum.

Prísir fyri tjalding
Vikuskiftisarmbond, vaksin: 300 kr
Vikuskiftisarmbond, børn 7-13 ár: 100 kr
Børn undir skúlaaldur: Ókeypis
Børn undir 14 ár hava bert atgongd til økið saman við vaksnum.
Á festivalinum ber eisini til at keypa gestaarmbond til tjaldbygdina. Hesi kosta 100 krónur og geva atgongd til økið tann dagin, tá armbandið verður keypt. Vit gestaarmbandinum kanst tú vitjai tjaldbygdini, men ikki seta telt upp.
Fyri at sleppa inn á tjaldingarøkið skalt tú hava armband til bæði festivalin og tjaldingarøkið.

FAQ um tjaldingarøkið
Q: Kann eg taka mat við inn á tjaldingarøkið?
A: Ja, tú ert sjálvandi vælkomin at taka mat við tær inn á tjaldingarøkið.

Q: Kann eg taka øl við inn á tjaldingarøkið?
A: Ja, tú ert vælkomin at taka drykkivørur til egna nýtslu við inn. Tó er ikki loyvt at taka glasfløskur við inn á økið. Rúsevni eru strangliga bannað á tjaldingarøkinum.

Q: Er loyvt at taka gassbluss o.l. við inn á ølið?
A: Av trygdarávum er hvørki loyvt at hava gassbluss, bálstað ella opnan eld á tjaldingarøkinum.

Q: Kunnu vit spæla tónleik inni á tjaldingarøkinum?
A: At syngja saman við vinum hoyrir einum festivali til, so tú ert vælkomin at taka tína egnu guittar við á tjaldingarøkið. Tó snýr Summarfestivalurin seg fyrst og fremst um livandi tónleik og tí ber ikki til at taka størri annleg (ghettoblastarar o.a., sum spæla harðan tónleik) við inn á økið, tá hetta kann ávirka framførslurnar, sum eru á pallinum beint við tjaldbygdina og eisini hini, sum gista á tjaldingarøkinum.

Q: Er tjaldingarøkið eisini hóskandi fyri barnafamiljur?
A: Vit hava havt fleiri familjur við børnum búgvandi á økinum og tað hevur víst seg at rigga væl. So ja, vit halda avgjørt, at tjaldingarøkið eisini er hóskandi fyri tykkum! 🙂

Q: Ber til at bíleggja sær pláss á familjuøkinum?
A: Nei, tíverri ber ikki til at bíleggja sær eitt ávíst pláss. Týdningarmikið er tí at koma á tjaldingarøkið í góðari tíð, soleiðis at tit tryggja tykkum eitt hóskandi pláss.

Q: Hvør er munurin á einum gestaarmbandi og einum vikuskiftisarmbandi?
A: Við einum vikuskiftisarmbandi til tjaldingarøkið kanst tú seta telt upp allar dagarnar, samstundis sum tú sjálvandi eisini hevur atgongd til tjaldingarøkið allar dagarnar. Við einum gestaarmbandi kanst tú vitja á tjaldingarøkinum í ein dag, men ikki gista.

Q: Er nakað aldursmark fyri at sleppa inn á tjaldingarøkið?
A: Børn undir 14 ár hava bert atgongd til økið saman við vaksnum fólki.

Q: Hvar kann eg keypa atgongumerki til tjaldingarøkið?
A: Atgongumerki til tjaldingarøkið fáast á heimasíðuni www.sf.fo.

Q: Nær letur tjaldingarplássið upp?
A: Tjaldingarplássið letur upp hósdagin tann 08. august klokkan 15.00!

TjaldingC

TjaldingG

TjaldingJ

TjaldingA

TjaldingD

TjaldingE

TjaldingF

TjaldingB

TjaldingH

TjaldingI

Myndir: Amy Hansen/Kvinna