Video: Herligur hósdagur
Glað fólk í regni sungu og dansaðu við til Lukas Graham og Danny & The Veetos.
Fyrsti dagurin á ársins Summar Festivali bjóðaði framúr konsertir, nógv fólk og regn.
Stóra navnið hóskvøldið var Lukas Graham, sum spældi sína seinastu konsert á einari ferð, sum byrjaði á Vágsbøi fyri tveimum árum síðani. Lukas Graham gav føroyingum alt, sum hann hevði eftir, og var sera takksamur fyri móttøkuna, hann enn einaferð fekk í Føroyum.
Danny & The Veetos høvdu poppveitslu á Vágsbøi, og á hinum pallunum vóru frálíkar konsertir við Konni Kass, Sámal Ravnsfjall, Olvheðin Jacobsen og Vincent.
Her ber til at síggja video, sum Raclip hevur framleitt, frá hósdegnum á Summar Festivalinum:
Summarfestivalurin 2017 Hósdagur from RACLIP on Vimeo.